Í bókini er yvirlit yvir allar hagarnar í Føroyum við lýsing av markatali og áseyðatali í haganum, hvørji góðkend seyðamark eru í tí einstaka haganum og hvør er festari, eigari ella seyðamaður.
Eisini er yvirlit yvir allar festararnar.
Hagakortini hevur Matrikulstovan gjørt.
Í bókini er eisini hagalógin, girðingarlógin og grannastevnulógin, sum gamli landsdjóralæknin Dánjal Bærentsen hevur føroyska. Herumframt er greinar skrivaðar um útskifting, seyðamarking, landbúnaðarstevnur og løgtingslóg um landsjørð v.m.
Myndirnar av seyðamarkinum eru úr Móðurmálsorðabókini, sum Fróðskaparsetrið og Fróðskaparfelagið gav út 1998.
Bókin er í A4 stødd við 90 blaðsíðum og er serliga ætlað teimum, sum fáast við seyðabrúk og annan landbúnað. Herumframt er hon sera hent hjá teim myndugleikum, sum nevndir eru í landbúnaðarlóggávuni, eitt nú hegnsýnisnevndunum v.m.
Tað er Kári Thorsteinsson, sum hevur savnað og skrivað nógv av tilfarinum og sum saman við Jóannes Dalsgarð og Eyðvør á Váli á Jarðarráðnum hava lagt útgávuna til rættis.
Bókin er prentað á Estra og Helgi Justinussen hevur bundið inn.
Bókamiðsølan stendur fyri útgávuni og verður bókin í bókabúðunum hósdagin 6. desember 2001 og kostar kr. 150,00 eintakið.










