Bók um friðleysan smádrong

Bókadeildin gevur nú út fjóðru bókina í røðini Krýnikur úr døkkari fortíð. Tað er bókin Útskot, sum er um dreingin Torak, sum einsamallur skal læra at lívbjarga sær í skóginum

Torak er foreldraleysur og eigur ongan góðan, men so kemur hann fram á ein úlvsunga, og síðan verður hann tikin inn í ein av ættbólkunum í skóginum. Í Útskoti er hann aftur einsamallur og flýggjar undan fólki, tí hann er dømdur at vera útskot. Øll hava rætt at taka hann av lívi, tí hann er vorðin yvirtikin av sálarátara, sum ger, at hann ikki kann vera saman við hinum. Hóast søgan kann minna um eina fantasysøgu, so gevur hon stórt innlit í fólkalív og náttúru, umframt at hon er sera spennandi og óhugnalig. Bókin er ætlað børnum frá 10 ára aldri. Bergur Rasmussen hevur týtt.