Forlagið Sprotin hevur givið út bókina »Føroyask blaðsøga 1852-2002«, sum Arnbjørn Dalsgarð hevur skrivað.
Í ár eru liðin 150 ár síðani fyrsta avísin kom út í Føroyum. Í hesum sambandi skrivaði Arnbjørn Dalsgarð eina greinarøð í Fregnum, og við hesum tilfari sum grundarlag hevur hann arbeitt víðari.
? Afturat hesum tilfari kemur so eitt útgreinað yvirlit yvir allar avísirnar, sum eg eri komin framá undir kanningararbeiðinum, umframt ein stutt lýsing av tíðindaflutninginum í Føroyum fram til 1852, tá fyrsta prentaða avísin kom út, sigur Arnbjørn Dalsgarð í innganginum í bókini.
Bókin kostar 159 krónur