Bók um føroyska fyrisitingarsøgu

Út er komin bók við keldum til føroyska fyrisitingarsøgu og um fyrisitingarsøgu í Grønlandi, Íslandi og donsku tropu-koloniunum »Nordatlanten og Troperne«. Soleiðis nevnist bók, ið »Kildeskriftsselskabet« í Danmark júst hevur givið út. Bókin. Bókin er tann fimta í røðini um danska fyrisitingarsøgu og er ein handbók um fyrsitingarsøguligar keldur í Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Ostindia, Guinea og Vestindisku Oyggjunum.

Tað eru føroyskir, grønlendskir, íslendskir og danskir skjalavørðar, ið allir hava stóran kunnleika til fyrisitingarsøgu, sum hava skrivað bókina.

Hvør einstøk av teimum 71 keldunum, ið eru í bókini, er lýst við frágreiðing um nýtsluna og lógargrundarlag. Partar av skjølunum eru avskrivaðir og endurgivnir við viðmerkingum og orðalýsingum.

Føroyski parturin, ið fevnir um 85 síður, er sera fjølbroyttur, skrivar Føroya Landsskjalasavn í tíðindaskrivi.

Bókin fæst til keyps á Landsskjalasavninum og kostar 195 krónur.