Nú er aftur ein bók á veg frá Bjarna Åkesson Filholm, sum fyrr hevur givið fleiri bøkur út um føroysk ferðamannaskip.
Hesaferð er talan um tvey ferðamannaskip hjá DFDS, Kronprins Frederik, og Kronprinsesse Ingrid. Bæði skipini sigldu mest millum Esbjerg og Harwich í Onglandi, men Kronprins Frederik sigldi í nøkur ár - frá miðskeiðis í 60-unum til miðskeiðis í 70-unum ? millum Danmark og Føroyar í summarhálvuni.
Handritið til bókina er so gott sum liðugt, og bókin kemur í bókasølurnar síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi ári. Tað er Forlaget Nautilus sum gevur bókina út.