Rithøvundurin Tina Brown, sum skrivaði ævisøguna hjá Dianu prinsessu, er nú í ferð við at skriva eina bók um Bill og Hillary Clinton. Fleiri bøkur eru skrivaðar um Clinton-hjúnini, men Tina Brown sigur, at hennara bók fer at viðgera teirra politiska og samfelagsliga virksemi heldur enn ymisk persónlig viðurskifti, soleiðis sum summir aðrir høvundar hava gjørt. Ævisøgan, sum Tina Brown skrivaði um Dianu prinsessu, og sum kom út í fjør, fekk sera góða móttøku og er seld í meiri enn 300.000 eintøkum, skrivar blaðið The New Yorker, sum Tina Brown fyrr hevur arbeitt hjá.