Tórður Jóansson: Brøður í Føroyum: Ein evangelikansk rørsla, merkisverdi vøkstur
hennara og varandi ávirkan á eitt fjarskotið oyggjasamfelag.
Ensk útgáva: Fróðskapur 2012.
Føroysk útgáva: Sprotin 2013.
329/356 blss. ISBN 978-99918-65-46-1 og 978-99918-76-55-9
Tá ið ein doktararitgerð verður flutt yvir í bók, gerst úrslitið mangan torført at lesa, serliga fyri tey, ið ikki eru fakfólk. Hendan ritgerð (tilnevnd á Lærda Háskúlanum í Glasgow) er tó eitt frískligt undantak. Høvundurin er, eins og nógvir oyggjabúgvar, ein føddur frásøgumaður, og hetta verk hansara er sera áhugavert, ikki minst, tí tað setir at summum fordómum og stereotýpum um hugburðir Brøðrarørslunnar. Mest bíta vit merki í, at Brøðrasamkomur í Føroyum virkið stuðlaðu undir evningina í sambandi við tjóðskaparliga samleikan heldur enn at vísa slíkt frá sær (bls. 202). Ætlan høvundans, sum ein, ið ikki er innan rørsluna sjálvur, er at veita lesarum eina meira javnvigaða og fródliga framløgu um føroyska brøðrarørslu enn ta, sum higar til hevur verið tøk; og eg, sum ein, vóni, at hendan bók fer at slóða fyri einum ráki, sum granskarar úti í heimi fara at taka eftir.
Umskifti
Brøður komu til danska økið Føroyar í 1865 við kristniboðan skotska trúboðarans William G. Sloans. Hóast kirkjan í oyggjunum var vorðin luthersk við Protestantisku Reformatiónini, so var hon tarnað av longu frástøðuna frá Danmørk og av tí, at hon nýtti danskt heldur enn føroyskt, eitt mál, sum í størri mun hevur røtur í gamla norrøna málinum.
Strategi Sloans kemur greitt til sjóndar við tað, at Brøðurnir vóru fyrsta kristna rørslan, sum gjørdist heimarunnin. Brøðrarørslan framleiddi og gav út fyrstu føroysku bíbliutýðingina, og óhefti frymil teirra við sjálvstýrandi samkomum gjørdu enda á tvørleikunum, sum stóðust av fjarstøðu frá miðdeplum.
Tíðin hevði eisini avgerandi týdning, tí rørslan tók seg upp í einum tíðarskeiði, tá ið stórar rembingar fóru fram við tjóðbygnaði, har stór umskifti broyttu alt samfelagið bæði búskaparliga og sosialt, og samfelagið fór frá at hava landbúna til at hava fiskiskap og fiskavirking sum grundstøði.
Sum tað vísti seg, bar væl til seta samkomur á stovn í hesum broytingartíðum. Flestu samkomur og salar teirra komu í fyrru helvt av tjúgundu øld, og so við og við kom Brøðrarørslan at fevna um ikki minni enn fimtan prosent av íbúgvum oyggjanna - eitt hægri tal enn nakrastaðni í heiminum og í sjálvum sær ein virkin mótsøgn til smábólka-hugmyndina aðrastaðni.
Tann týdningur, sum familjusambond hava í lívinum í einum oyggjabólki, gav amboðini at bera brøðraboðskapin út um landið, og hetta tryggjaði, at limir vóru ongantíð púra avbyrgdir frá samfeløgunum, har tey livdu. Afturat hesum spruttu úr rørsluni fleiri oddafólk innan samfelagsviðurskifti, politikk, vinnulív og mentan. Við sermerkta hugburði rørslunnar viðvíkjandi sjálvstøðu rein hon við samfelagið í heild og eggjaði til sjálvstýri (oyggjarnar fingu heimastýri í 1948) og stuðlaði uppundir áhugan og menningina av føroyska málinum. Alt hetta hevur skapað eina rørslu, har - taka vit ein tátt burturúr - ungfólk eru merkt av jaligum hugburðum (bls. 287).
Gott virði
Verkið er skift í tríggjar partar. Tann fyrsti veitir virðismiklan inngang um bakstøði og søgu Føroya; annar sigur skilaliga frá uppruna og søgu Brøðrarørslunnar; og triði metir um hana úr trimum sjónarhornum - samfelagsbúskaparliga, mentanarliga, og fólkalívfrøðiliga. At hava nakrar stuttar persónssøgur við er ikki til at hejva onkrar "hetjur" í mun til "vanligar" brøður, men av tí veruleika, at í einum lítlum oyggjasamfelag er hetta soleiðis, sum lívið er: har er nógv meira beinleiðis samskifti millum fólk, og leiðarar innan politikk og vinnulív eru als ikki so fjarir, sum teir eru í størri londum.
Bókin fer at hava áhuga, ikki einans hjá søgufrøðingum og brøðragranskarum, men eisini hjá teimum, sum granska og hava áhuga fyri vaksandi fakøkinum innan oyggjagransking. Hesin ummælari, sum sjálvur býr í einum øðrum sjálvstýrandi oyggjasamfelag, á oynni Man, metti ritgerðina at hava alstóran áhuga. Har eru vissuliga stakevni og møguleikar, sum greidliga lýsa, hvussu Brøðrum hevur hepnast í ymiskum oyggjasamfeløgum kring heimin. Hvat, til dømis, er slagið av samvirki millum politiskt og samkomusjálvstýri? Her er eisini nógv at læra og kanna hjá kirkjuleiðarum, søgufrøðingum og trúboðafrøðingum.
Kanska eru onkur smávegis lýti at nevna. Arbeiðið brúkar onkrar keldur minni, enn eg hevði væntað, so sum Echoes of Service og savnstilfar tess. Bókalistin kundi væl verið ruddiligari, tí onkrar tilvísingar eru ikki fullfíggjaðar, og kunning um støðini, har upplýsingar eru tøkir, kundu verið hentir (bls. 295); og listin við síðum á alnótini veita einans URL og ikki titlar (bls. 313-316). - Men eftir míni metan hevur granskingin verið væl og gjølla greidd úr hondum, og evnið er borið fram á frálíkan hátt. Og ynski mítt er, at bókin verður lisin víða: hetta er frágera gott virði fyri kostnaðin.
(Í Brethren Historical Review, Vol. 9/2013, blss. 75-77)