Bók um bendingar

So kanst tú lættliga loysa gáturnar nú, tí nýggj føroysk bendingarlæra er komin á marknaðin

Ein fitt og snotilig bendingarlæra, sum Jeffrei Henriksen hevur lagt til rættis og útgivið á Sprotanum.
Bókin er vælegnað sum leitorðabók hjá lærarum, næmingum, fjølmiðlafólki, skrivstovufólki og øllum, sum onkuntíð ivast í, hvussu føroysk orð verða bend.
Til ber at finna bendingar og stavsetingar av flestu føroysku orðum í bókini. Bókin er skipað við alfabetiskum orðalista við upplýsingum um orðaflokk, og hvar bendingin er at finna.