Ole Gold skrivar um søguna hjá ensku Bedford bilunum og um søguligu gongdina hjá Bedford í Danmark frá 1931, um stórheitstíðina í 60-unum og fram til 80-ini, tá sølan av Bedford av álvara fer at minka.
Bókin er helst eisini áhugaverd fyri føroyingar. Her hjá okkum vórðu Bedford lastbilarnir, saman við Austin og Morris, vóru teir mest seldu lastbilarnir í Føroyum í mong ár, til Scania og Volvo yvirtóku lastbilamarknaðin. Tað var bilasølan hjá Vilhelm Nielsen, sum umboðaði Bedford saman við øðrum bilmerkjum hjá General Motors.
Meira fæst at vita um bókina “Bedford lastbiler i Danmark” á heimasíðuni:
www.j-bog.dk










