Bók um allar dagar í lívinum hjá Hitler

Týskari hevur skrivað stórverk um Adolf Hitler

Í 20 ár hevur týskarin Harald Sandner arbeitt við at kortleggja hvønn einasta dag í lívinum hjá fyrrverandi týska føraranum Adolf Hitler. Hitler er ein av mest hataðu monnunum í søguni, og hann doyði móti endanum av seinna heimsbardaga í 1945.

Nýggja bókin ”Hitler – Das Itinerar” er 2.432 síður til longdar, og hon fylgir øllum lívinum hjá Hitler – hvar hann var hvønn dag, og hvat hann tókst við. Nýggja útgávan er í fýra bindum.

- Hvør søguligur persónur er meira áhugaverdur og týdningarmiklari enn Hitler? Eingin. Hansara leið frá heimleysum útskoti til tann mest hataða mannin í heiminum er uttan samanbering í søguni hjá menniskjum, sigur Harald Sandner sambært Politiken.