Bók um adressu­málið í 1917

Tíðindaskriv

Forlagið Fróðskapur hevur givið út bókina “Adressumálið – Donsk-føroysk viður­skifti undir fyrra heims­bardaga”, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað



Í bókini viðger rithøv­und­urin Adressumálið, sum tók seg upp í Føroyum í 1917 orsakað av teimum truplu flutn­ingsviðurskiftunum undir krígnum í Norðurat­lants­havi. Hetta málið, sum hevði við sær, at viður­skift­ini millum danskar myndug­leikar og føroysku sjálv­stýris­rørsluna gjørdust spent, íbirtist, tá ið nakrir sjálv­stýrismenn vegna Før­oya fólk ætlaðu at venda sær til bretskar myndug­leik­ar fyri at fáa hjálp viðvíkj­andi vøruflutningi til Før­oya. Í bókini verður víst á, hvussu hetta málið gjørdist partur av donskum politikki eftir kríggið, tá ið ein donsk kanningarnevnd varð sett at gera umfatandi rannsóknir í málinum.
Niðurstøðan í bókini er, at ætlanirnar hjá onkrum av adressumonnunum møgu­liga lógu á markinum til tað, sum danski uttanríkis­ráðharrin nevndi „svigtende statsfølelse“, men at málið, tá samanum kom, hevði so lítið at týða, at tað ikki stóð í rímiligum lutfalli til tað drúgva kanningararbeiðið, sum var liðugt í 1919, og ákærurnar hjá nevndini um „rigsskadelig Adfærd“.
Adressumálið er dømi um, at føroysk viðurskifti kunnu verða drigin upp í danskan politikk á óhepnan hátt fyri ríkisfelagsskapin.
Hans Andrias Sølvará er cand.mag. í søgu og heim­speki frá Århus Universitet. Hann hevur síðani 1996 ver­ið lærari á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði og síðani 2000 á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróð­skaparsetri Føroya. Hann hev­­ur eisini undirvíst á Før­oya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Frá 1. august 2007 fer hann undir at skriva Klaksvíkar søgu fyri Klaksvíkar Kommunu.
Hans Andrias Sølvará skriv­­aði bind 1 og eina grein í bind 2 í røðini Løg­tingið 150, sum kom út í 2002, og hevur eisini skriv­að fleiri greinar og hildið fyrilestrar, m.a. um evnir úr politisku søgu Føroya.
Seinastu mánaðirnar hev­ur hann skrivað eina røð av greinum um Bíbliuna og kristindóm úr einum søgu­frøði­ligum sjónarhorni.
Bókin um Adressumálið er 172 síður, heft við klaff­um og kostar 200 kr. Hon fæst til keyps í bókhandl­unum kring landið.
Brot úr bókini:
”Hendingarnar í 1917 og 1918, sum landafrøðiliga skarvaðu stór øki av danska ríkinum, vóru týðandi for­treytir fyri, at ein meiriluti í Landstinginum yvirhøvur kundi brúka føroyska adressu­­málið innanríkis­polit­iskt. Ákærurnar um ”rigs­skadelig Adfærd”, sum kann­ingar­nevndin setti fram móti Jóannesi Paturs­syni í 1919 - og harvið eis­ini óbeinleiðis móti stjórnini hjá C. Th. Zahle - eiga at verða settar í samband við hesar ríkispolitisku hend­ing­arnar. Hóast støða Føroya í danska ríkinum ikki var tann sama, sum støðan hjá Íslandi og Vesturindisku oyggjunum, so var veruligur vandi fyri, at upploys­ingar­gongdin í danska ríkinum fór at breiða seg til Føroya - ein part av danska Grund­lógarøkinum - tá ið hesi økini gjørdust sjálvstøðug.”