Bók stingur Blair í ryggin

Tony Blair verður náðileyst stungin í ryggin í nýggjari bók eftir Robert Harris, sum einaferð var ein av hollastu stuðlunum hjá fyrrverandi bretska forsetisráðharranum

Veruleiki og heilaspuni verða snildisliga vovin saman í nýggju politisku ræðusøguni, "Skyggen", har ein fyrrverandi bretskur statsleiðari, Adam Lang, er høvuðspersónurin.

Lang er gløggur, hittinorðaður og sjarmerandi. Hann er eisini væl umtóktur næstan allastaðni, sjálvt um hann innast inni er eitt ótýggi. Og so líkist hann óvanliga nógv fyrrverandi bretska forsetisráðharranum, Tony Blair.

At bókin so eisini er skrivað av Robert Harris, hevur fingið lesararar at leggja tvey og tvey saman. Robert Harris var nevniliga ein av hollastu stuðlunum hjá Blair og skuldi eftir ætlan skrivað ævisøguna um bretska forsetisráðharran, men tað varð av ongum. Søgur vilja verða við, at vinarlagið teirra millum slitnaði, tá Blair gjørdi av at stuðla USA í krígnum í Irak. 



Blair sum amerikansku njósnari

Í bókini biður Adam Lang ein av kendu ensku rithøvundunum skriva ævisøguna um seg. Høvundurin fer undir at skriva, men fær ein stóran trupulleika, tá hann finnur út av, at honum als ikki dámar Adam Lang. Hann er óálítandi og hevur í grundini onki uppá hjarta, tá hann ikki júst stendur á einum røðarapalli, og onkur annar hevur skrivað røðuna fyri hann.

Sum frá líður vísir tað seg, at Lang í veruleikanum er ein brotsmaður av ringasta slag. Millum annað hevur hann staðið á odda fyri píningini av nøkrum monnum, sum vórðu sagdir at vera limir í al-Qaeda, men sum í veruleikanum vóru ósekir bretar. Og ikki bara tað. Til endan finnur høvundurin eisini út av, at Adam Lang er ein amerikanskur njósnari, sum hevur hertikið tann einaferð so stolta bretska arbeiðaraflokkin við tí fyri eyga at oyðileggja hann innanífrá. 



Ónd á høgum støði

Robert Harris er ein av best umtóktu rithøvundunum í Onglandi. Serliga gjørdist hann kendur fyri bókina Fatherland, ið er um, hvussu heimurin hevði sæð út, um Hitler hevði vunnið kríggið.

Styrkin hjá Harris og í bókini "Skyggen", er mátin, sum søguligi veruleikin og heilaspuni verða vovin saman. Sjálvt um frásøgnin er í so langt úti í løtum, letur tú teg lættliga taka við av roynda penninum hjá Harris. Hartil er bókin spennandi og ónd á einum rættiliga høgum støði fyri bøkur av hesum slag.