Útgáva er ávegis frá Listasavninum um at læra børn um list. Í komandi mánaði kemur bók við heitinum Myndir í myndum á gøtuna. Talan er um eina listabók ætlað børnum, og er endamálið at stimbra áhugan hjá børnum fyri list.
- Ætlanin er at gera tey forvitin, at læra tey at hyggja eftir list og geva teimum eina positiva uppliving av at hyggja eftir list. Tilfarið er á einum støði, sum skal gera tað fangandi fyri tey. Myndirnar eru einfaldar, við løttum spurningum afturvið, greiðir Ingeborg Bugge frá.
Saman við Lydiu Didriksen hevur hon lagt bókina til rættis, og er tað Listasavn Føroya, ið stendur fyri útgávuni. Hon eigur sjálv børn, og kennir alt til negativu fatanina hjá børnum av at koma til eina framsýning.
- Mann kann ikki renna, ikki rópa, ikki peika, ikki eta og ikki nerta við nakað. Fyri eitt barn er tað nakað hátíðarligt yvir tí at koma til eina listaframsýning. Við hesi bókini kann barnið sita heima í sofuni saman við einum vaksnum fólki og gjøgnumganga myndirnar.
Bókin er ætlað børnum í aldrinum 7-11 ár. 18 myndir eru til tey níggju evnini í bókini, og til hvørja mynd eru nakrir lættir spurningar at svara. Ætlanin er seinni at geva fleiri bøkur út, sum eru ætlaðar eldri børnum.