Hóast ST royndi at forða fyri, at tann nýggja bókin kom út, hava tríggir fyrrverandi medarbeiðarar hjá felagsskapinum gjørt av at geva hana út.
Teir tríggir hava arbeitt fyri ST í Kambodja, Somalia og Rwanda í fleiri ár. Teir vilja vera við, at tey, sum arbeiða í øðrum londum fyri ST, keða seg ofta og kenna seg ótrygg, og at hesir trupulleikar verða loystir við eitt nú veitslum og tí, sum teir rópa sexgølum.
Men teir vita eisini ymiskt annað at siga frá. Eitt nú skriva teir, at starvsfólk hjá ST hava kravt at fáa 15 prosent av lønini, sum lokal arbeiðsfólk hava fingið, tá teir hava arbeitt fyri heimsfelagsskapin. Teir vilja eisini vera við, at Bulgaria hevur slept fangum leysum og sent teir til Kambodja sum friðarvarðveitandi hermenn. Har hildu teir fríaðu brotsmenninir fram við sínum virksemi, og í fleiri førum neyðtóku teir kambodiskar kvinnur.
Teir tríggir høvundarnir arbeiða framvegis hjá ST, og teir kunnu ikki fáa sekkin, skrivar Reuters. Ein talsmaður hjá Kofi Annan, aðalskrivara sigur við Reuters, at tann nýggja bókin er ein sjáldsom lýsing av tí friðarvarðveitandi arbeiðinum. Meiri vil hann ikki siga um hana.