Bíðitíðin til skannaran veksur

Nú mugu sjúklingar bíða millum ein og tríggjar mánaðir. Bíðitíðin fer væntandi at veksa, sigur Sirið Stenberg.

Hóast hon longu er yvir ein mánað, fer bíðitíðin eftir at sleppa í MR-skannaran á Landssjúkrahúsinum væntandi at veksa komandi tíðina. Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum fyri Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni, í einum §52a-fyrispurningi.

 

Løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu long bíðitíðin at sleppa í CT og MR-skannara er og hvussu nógv hesir verða brúktir.

 

Sirið Stenberg svarar, at eingin bíðitíð er eftir at sleppa í CT-skannara, meðan bíðitíðin at sleppa í MR-skannara er ein mánað, í onkrum føri upp í tríggjar mánaðir. Hon sigur eisini, at bíðitíðin kann vaksa komandi tíðina.

- Um ongar tillagingar verða gjørdar, fer bíðitíðin til MR-skannaran væntandi at økjast sum frá líður, av tí at eftirspurningurin er størri enn verandi kapasitetur, sigur hon.

 

Hon upplýsir, at meðan CT-skannarin verður brúktur hvønn gerandisdag, verður MR-skannarin einans brúktur tveir dagar um vikuna.

 

Sirið Stenberg sigur, at nýtslan av MR-skannaranum er nógv voksin seinastu árini, nærum tvífalt síðani 2013. Tá vóru 792 MR-skanningar árliga, nú eru tær 1.549 um árið. Árligi vøksturin er eini 19 prosent.

- MR-skannarin verður brúktur so nógv, sum starvsfólka orka er til. Um skannarin skal nýtast meira enn nú, er neyðugt at knýta fleiri starvsfólk at MR-skannaranum, sigur Sirið Stenberg, sum í næstum fer á fund við sjúkrahúsleiðsluna at umrøða spurningin.

 

Hon sigur, at um MR-skannarin skal nýtast dagliga, fer tað at kosta 1,6 milliónir krónur í øktum starvsfólkaútreiðslum og innkeyp av myndagreiningum.

 

Munurin á CT og MR skannara hevur mest við tøknina at gera. Ein CT-skannari er eitt slag av røntgen, har strálur verða skotnar gjøgnum likamið og maskinan síðani ger eina mynd av úrslitunum.

 

Ein MR-skannari er at líkna við eina stóra magnet. Magnetisman ger, at likamið sendir nøkur signal, sum skannarin síðani setur saman til eina mynd.

 

Vanliga verður sagt, at meðan MR-skanning gevur neyvari úrslit, serliga tá talan er um bleytpartar, egnar CT-skanning seg betri til skanning av beinagrindini. Endamálið við skanningini avgerð, hvat slag av skannara verður nýttur.