Bíðitíðin til nýggjar partar av 'Klovn' styttist

Casper Christensen kemur við nøkrum avdúkingum um nýggju røðina av Klovn, sum kemur í august. Gamlir kenningar sum Pivert og revisor Kurt gera comeback.

Um minni enn ein mánaða kemur nýggja røðin av Klovn út. 

 

Tað eru nýggju ár síðan seinastu sæsong í donsku skemtirøðini, Klovn. Síðan tá hava vit bara sæð fólkakæru høvuðsmenninar, Casper Christensen og Frank Hvam, í tveimum Klovn spælifilmum. Men nú síggja vit teir endiliga skjótt aftur sum Casper og Frank, og teir lova, at tað verður júst líka flóvisligt og gerandisligt, sum tað plagdi.

 

Tá Klovn kemur aftur á skíggjan, verður tað við einum lopi fram í tíðina. Frank og Mia hava fingið børn, sum vit sóu í seinasta filminum, og í nýggju røðini eru tey blivin væl eldri. Casper Christensen avdúkar í dag ymiskt um nýggju røðina í einari samrøðu, sum hann hevur havt við mannfólkablaðið, Euroman.


- Kanska kann mann siga, at Frank keðir seg eitt sindur, og so fær hann tikið nakrar enn býttari avgerðir. Frank og Mia hava brúk fyri at fara á nøkur ævintýr saman, nú børnini eru blivin størri, og eg nýtist næstan ikki fortelja, at tað endar katastrofalt, sigur Casper Christensen við Euroman.

 

Ein broyting síðan síðst verður, at Casper hevur fingið nýggja damu. Hann er ikki saman við Iben Hjejle meira, men hevur skift hana út við Lene Nystrøm, sum vit kenna úr bólkinum, Aqua.  

 

- Hon er vill. Næstan villari enn Casper, og tað ger, at hann er noyddur at vera eitt sindur uppá ein annan máta. Meira róligur kanska. Dynamikkurin millum Casper og Lene verður ein annar enn millum hann og Iben, sigur hann. 

 

Hóast Casper nú heldur saman við Aqua-Lenu, dylur hann ikki fyri, at Casper ikki er blivið minni konufólkaglaður.

 

- Casper er blivin tíggju ár eldri, so nú jagstrar hann ikki bara yngri damur, men meira nakrar í 40'unum. Tað er ikki tí, sjálvsálitið er farið, men tá tú sum maður nærkast teimum 50, byrjar tú knappliga at finna 40 ára gamlar kvinnur nakað so spennandi.

 

Casper Christensen lovar haraftrat, at allir teir góðu gomlu kenningarnir gera comeback. Pivert, revisor Kurt, fætter Andreas, Bo, Carøe og Suzan eru sjálvsagt millum hesi, og gestastjørnur sum Erik Clausen og B.S. Christiansen vera eisini at síggja.

 

- Mann skal hyggja burtur frá, hvat hendi í filmunum, og fyristilla sær, at mann sá seinasta part av Klovn røðini í sjónvarpinum, og so eru tað farin 10-12 ár síðan tá. Tað er tann kenslan, mann skal hava, sigur Casper Christensen við Euroman.

 

Sjeynda røðin av Klovn verður frumsýnd 13. august.