Hvat gera Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og føroyskir myndugleikar annars, fyri at hjálpa teimum føroyingum, sum eru strandaðir uttanlands, og ikki sleppa heim, nú korona herjar heimin.
Tað vil Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin hava greiði á og tí hevur hann nú biðið um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum.
Jenis av Rana skal fyrst og fremst siga, hvussu nógvar føroyingar, hann veit um, eru strandaðir uttanlands í kjalarvørrinum á korona-kreppuni.
Og síðani skal hann greiða frá, hvat hann ger fyri at hjálpa teimum heim, og nær tað er væntandi at teir sleppa heim.
Brandur Sandoy vísir á, at nú korona herjar heimin, er støðan rættiliga ógreið, eisini viðvíkjandi tí at ferðast ímillum lond og nógvastaðni eru stórar avmarkingar settar í verk fyri,
Eisini føroyingar eru strandaðir uttanlands og sleppa ikki heim og tað er á ongan hátt nøktandi, sigur Brandur Sandoy.
Hann sigur, at tað tykist sum um at trupulleikin liggur hjá donskum myndugleikum. Hinvegin hava danskir myndugleikar heitt á danskar ríkisborgarar, sum vóru uttanlands um at koma heim. Og føroyskir myndugleikar hava eisini staðiliga heitt á allar okkara landsmenn, sum eru uttanlands, um at koma til Føroya undan farsóttini. – Tí er tað løgið, at vit ikki gera meiri fyri at hjálpa hesum fólkum, nú tey kortini ikki sleppa heim til Føroya at verða saman við síni familju og næstringum, sigur Brandur Sandoy.
Hann sigur, at bíðitíðin og óvissan eru ótolandi, og tí vil hann hava Jenis av Rana at greiða frá, hvat landsstýrið ger fyri at hjálpa hesum fólkum, sum ikki sleppa heim. Í hesum sambandi skal Jenis av Rana eisini greiða frá um arbeitt verður við tí møguleika at senda Atlantsflog út í heim eftir hesum fólkum.