Síðan nýggja ferðslulógin varð sett í gildi fyri skjótt trimum árum síðan, er bíðitíðin at sleppa upp til koyriroynd bara økt. Fyri nærum trimum árum síðan varð avgjørt á fundi millum koyrilærara-felagið og Bileftirlitið, at bíðitíðin at taka koyrikort átti ikki at fara út um tvær vikur, men tað er langt síðan, at bíðitíðin hevur verið so stutt.
Næmingur, sum stendur ástøðisroynd í dag, sleppur framat at taka koyriroynd tann 4. juni, ella sagt við øðrum orðum: um 2 mánaðir. Hesari treyt kunnu hvørki næmingar ella lærarar liva undir.
Á aðalfundi í Føroya Koyrilærarafelag fyri lítlari viku síðan varð avgjørt, at um einki fór at verða gjørt frá almennari síðu til at loysa henda trupulleikan, fór Føroya Koyrilærarafelag at mæla limum sínum til at virka, sum vit gjørdu áðrenn lógin varð sett í gildi, ella við øðrum orðum: Vit heita nú á allar limir felagsins einans at taka næmingar, sum skulu hava koyrikort á fyrsta sinni.
Vit kenna okkum noyddar at taka hetta stig, tí vilji tykist ikki vera at loysa trupulleikan, hóast hann kostar tí almenna einki ella næstan einki. Hóast myndugleikarnir hava fingið frið til at loysa hetta málið síðan septembur í fjør, er enn einki hent, uttan tað, at bíðitíðin bara økist. Um stutta tíð verður summarfrí, og tá verður trupulleikin bara størri.
Hendir einki um tvær vikur, kunnu vit bara mæla limum felagsins til at fara í óynskta summarfrí á vári, tí vit fáa kortini ikki arbeitt sambært teirri reglugerð, sum landsstýrið hevur álagt okkum at virka eftir. Og vit fara ikki til verka aftur, fyrr enn øll bíðitíðin er burtur.
Fylgjurnar av hesum verða í fyrstu syftu, at øll, sum skulu upp til eftiransandi koyriroynd, sleppa ikki upp, tí tey skulu til góðkendan koyriskúla, um tey klára ikki ástøðið fyrstu ferð ella skulu koyra. Tey missa sostatt koyrikortið, um reglurnar verða fylgdar.
Í øðrum lagi fara ung fólk heldur ikki at fáa koyrikort, tá ið tey hava rætt til tess, um einki hendir innan tvær vikur.
Hetta hevur drigið út nóg leingi, nú er nóg mikið.
Í somu løtu, hesin trupulleiki verður loystur, tekur felagið áheitanina aftur.










