Íslendsku stjórnarflokkarnir hava framvegis ikki avgjørt, um samgongan skal halda fram. Teir báðir samgonguflokkarnir, Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, vunnu valið í tí minsta meirilutanum, sum hugsast kann. Teir fingu færri atkvøður enn andstøðan, men kortini 32 av teimum 63 tinglimunum.
Enn er kortini ikki vist, at samgongan heldur fram. Umboð fyri flokkarnar umrøddu støðuna mánadagin, og í gjár skuldi leiðslan í Framsóknarflokkinum kanna, hvat fólk har halda. Framsóknarflokkurin hevði eitt vánaligt val og misti fimm av sínum tólv tinglimum.
Sambært íslendskum fjølmiðlum eru kreftir í Framsóknarflokkinum, sum halda, at flokkurin eigur at fara burtur úr samgonguni fyri at kunna menna seg aftur.










