Newcastle og Hull spældu umdyst í FA kappingini. Dysturin var á Saint James Leikvøllinum í Newcastle. Hull vann 1-0, og hevur vunnið sær sætið í 4. umfari.
Tað er tó ikki úrslitið, sum eftirtíðin fer at minnast, men heldur, at venjarnir báðir, Joe Kinnear hjá Newcastle og Phil Brown hjá Hull vóru vístir niðan á áskoðaraplássini.
Harði orðadrátturin millum venjarnar byrjaði, tá Fabricio Coloccini hjá Newcastle fekk eitt gult kort fyri eina grova takling ímóti Daniel Cousin hjá Hull. Venjarnir vóru ógvuliga ógvuliga ósamdir um hesa avgerðina hjá dómaranum, og knappliga stóðu teir andlit til andlit og hóttu hvønn annan, hvør illari enn annar.
Dómarin, Phil Dowd sá onga aðra loysn, enn at vísa báðar venjarnar av vøllinum, og upp til áskoðaraplássini. Frá áskoðaraplássunum sóu Joe Kinnear og Phil Brown, at Daniel Cousin skoraði sigursmálið fyri Hull eftir 81 minuttirs spæl. Hull møtir Millwall í 4. umfarinum í FA Cup kappingini.










