(Esbjerg) Undan dystinum millum Esbjerg fB og NSÍ hev_i eitt av jútsku blø_unum ró_ framundir, at nú skuldi NSÍ »få en på tophuen«, men ta_ hendi nú ikki.
Hinvegin var venjarin hjá Esbjerg fB nøgdur vi_ ta_, hansara menn høvdu avrika_ teir gott og væl 90 minuttirnar á vøllinum móti NSÍ.
? Havandi í huga, at vit nú eru í fer_ vi_ at byggja okkum upp til komandi kappingarár í superliguni, helt eg okkara spæl vera á eini lei_. Kanska vit skuldu havt fingi_ nøkur fleiri mál at byrja vi_ í dystinum, men annars eru eg stak væl nøgdur, seg_i Ove Pedersen eftir dystin.
? Eg hev_i rokna_ vi_, at vit fóru at fáa rímiliga har_a mótstø_u frá NSÍ, tí føroyingar roynast ofta nokk so drúgvir á vøllinum. Ta_ vísti seg eisini, at li_i_ dugdi væl at verja og útnytta teir møguleikar, i_ komu. Vit kanska lótu teir fáa í so gott pláss vi_hvørt, tí teir dugdu væl at brúka ta_ ímóti okkum.
Eisini Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ, var nøgdur eftir dystin, i_ hann frammanundan hev_i ynskt skuldi geva gott útgangsstø_i til heimadystin. Ta_ helt hann eisini, at dysturin hev_i givi_ ? hóast ta_ kundi veri_ enn betri.
? Burtur sæ_ frá fyrstu løtuni vi_ persónligum mistøkum og kanska nervum, haldi eg avriki_ vera gott hjá okkum. Eftir ta_ komu vit øgiliga væl vi_ og brendu enntá fleiri kjansir, i_ annars plaga at fara í máli_, sigur hann.
? Eg i_ri meg eitt sindur um, at vit ikki fingu lagt okkum á odda beint eftir útjavningina, umframt at vit eisini kundu fingi_ minka_ um munin vi_ einum máli móti endanum.
Serliga er Jógvan Martin fegin um, at ta_ eydna_ist NSÍ at halda Esbjerg fB frá at koma til størri kjansir allan seinna hálvleik. Hann hev_i tó ynskt sær ein fyrimun aftrat:
? Mest harmiligt haldi eg tó vera, at dómarin ikki tveitti Fredrik Berglund út, tá hann opinl_st og uttan bólt í nánd hevndi seg inn á Ian, tí vi_ einum manni í meiriluta kundu vit kanska havt gjørt uppaftur meira um okkum.