Nú stundar av álvara til stóra brakið á Tórsvølli í kvøld, tá ið føroyska landsliðið tekur ímóti Portugal klokkan 19.45 í kvøld. Nógv er blivið gjørt burturúr hesum dystinum, og helst eru serliga tvær orsøkir til hetta. Fyrra orsøkin er tann, at kanska heimsins besti fótbóltsleikari, í øllum førum heimsins størsta fótbóltsbrand, Cristiano Ronaldo, er í Føroyum. Seinna orsøkin er tann, at Portugal bleiv evropameistari í EM í summar.
Tískil eru tað evropameistarar, ið vitja okkum á Tórsvølli í kvøld. Men tað eru ikki bara portugisararnir, sum kunnu skriva evropameistari á sítt CV, tí at á føroyska venjarabonkinum situr danski Lars Olsen, ið eisini hevur roynt at blíva evropameistari.
Hetta var í 1992, tá ið Danmark framdi eitt megnar bragd við at vinna EM í Svøríki hetta summarið. Danmark átti ikki eingongd at luttaka í kappingini, men slapp við til endaspælið, tí at borgarakríggj var í Jugoslavia, sum misti EM-plássið orsakað av hesum. Við á danska landsliðnum sum liðskipari var Lars Olsen, ið tók ímóti EM-steypinum. Sostatt hevur Lars Olsen upplivað tað sama, sum Cristiano Ronaldo upplivdi í summar, tá ið hann sum liðskipari hjá Portugal tók ímóti EM-steypinum sum fyrsti maður.
Eisini er áhugavert at nevna, at venjarin hjá Portugal, ið eisini bleiv evropameistari í summar, Fernando Santos, fyllir í dag. Hann verður 62 ára gamal. Við føroyskum brillum er áhugavert, at Fernando Santos var venjari hjá Grikkalandi frá 2010-2014. Síðani Santos mynstraði av griksku skútuni tók Claudio Ranieri yvir, og hann misti sessin eftir tapið hjá Grikkalandi í Pireus 14. november 2014. Síðani fekk Ranieri venjarastarv í Leicester, har hann skapti aldarinnar sensatión í Premier League nú í mai, tá ið lutfalsliga lítla felagið púra óvæntað vann Premier League.
Hesar staðfestingarnar bera boð um, at í fótbólti ber alt til. Tískil skulu okkara leikarar sjálvandi trúgva uppá, at tað ber til at taka stig frá Cristiano Ronaldo og hinum portugisisku evropameistarunum á Tórsvølli í kvøld.