Væntandi standa 20 íbúðir lidnar longu komandi ár. Tey bæði fylgjandi árini er ætlanin at byggja eitt tilsvarandi tal á hvørjum ári. Gongst sum ætlað kunnu sostatt 60 íbúðir bjóðast út komandi trý ár til eldri medborgarar og annars fólk við serligum tørvi.
Ofta hevur verið havt á lofti, at tað verða bara tey ríku gomlu, ið fáa ráð at verða við. Her er tó ætlanin, at ognarviðurskiftini verða sum í einum lutafelag. Rætt er, at eitt innskot skal gjaldast, kanska 100.000 kr., men so verður eisini talan um eina rímuliga húsaleigu. Vilt tú og fært tú goldið størri innskot, verður húsaleigan samsvarandi minni. Annars verður tað stórt sæð, sum um tú átti bústaðin sjálvur. Tó er ein avgerandi munur, tú hevur ikki rætt at selja íbúðina víðari. Hon fer aftur til felagsskapin, og innskotið verður afturgoldið. Hetta er eisini galdandi, tá ið eigarin fellur frá. Íbúðin kann ikki arvast. Tað sigur seg sjálvt, at hetta má vera galdandi, annars er hugskotið við eldraíbúðum av hesum slag burtur.
Vit kunnu ikki bíða longur. Tí má hendan ætlan undir ongum umstøðum steðga.
Samstundis verður arbeitt við at skapa alternativar bústaðir á meira privatum grundarlagi, eisini í Berjabrekku. Hetta fær eisini mín fulla stuðul. Vit treingja harðliga til minni íbúðir í Havn. Nógv eldri hvørki orka ella hava ráð at halda síni gomlu sethús. Støðan hjá teimum ungu er í so máta øðrvísi. Tey hava heilt einfalt ikki ráð at ogna sær hús, ístaðin mugu tey leiga dýrt. Eisini einlig ella ?singles? við ella uttan børn høvdu á hendan hátt fingið ein møguleika.
Hesar íbúðir verða til ognar, og tær høvdu sostatt gjørst ein partur av vanliga húsamarknaðinum. Sum er, er markanaðurin sera óliðiligur. Vórðu minni íbúðir bygdar, kundu tey ungu farið undir íløguna fyri lívið á ein lættari hátt. Hetta við fyrst at ogna sær eina íbúð og búð har nøkur ár, til umstøðurnar kanska gjørdust ov trongar, men tá hevði peningur verið til sethúsabygging ella ?keyp, hetta við at selja íbúðina. Eisini tey eldru høvdu fingið tað lættari. Tey kundu nú uttan at órógvast sloppið sær av við síni tungu sethús, tí tað bar til hjá teimum at ogna sær eina íbúð uttan at gerast óbótafør.
Sigast má tó, at tað er sera týdningarmikið, at hendan alternativa byggingin ikki gerst ov dýr.
Men sum tað sæst, so hevur kommunan ætlanir ? ítøkiligar ætlanir ? sum vónandi longu komandi ár hava til úrslit, at íbúðir bæði av fyrra og seinna slagnum verða at síggja í Berjabrekku.
Klæmint Olsen
býráðslimur









