Tveir menn møttu í morgun í Føroya rætti, ákærdir fyri grovan harðskap móti einum øðrum manni 29. desembur í fjør.
Teir hava báðir sitið varðhaldsfongslaðir síðani.
Kringvarp Føroya var til rættarfundin í morgun og veit at siga, at báðir menninir nokta seg sekar, og geva hvør øðrum skyldina.
Teir eru ákærdir fyri at hava sligið og sparkað ein mann so illa, at hann mátti leggjast í koma, tá hann bleiv førdur á Landssjúkrahúsið.
Sambært ákæruritinum fekk hann millum annað nakrar heilabløðingar og skallabrot, veit KVF at siga.
Í grundlógaravhoyringum hava báðir ákærdu menninir áður játtað, at teir vóru í húsunum, tá harðskapurin bleiv framdur, men at tað var hin ákærdi, sum sló og sparkaði. Sjálvir royndu teir tað, teir kundu, fyri at bjarga manninum, tá teir sóu, hvussu illa stóð til. Annar teirra ringdi eisini 1-1-2, fyri at fáa hjálp.
Kringvarp Føroya sigur, at álopni maðurin eisini skuldi vitna í dag, men hann møtti ikki. Tilsamans skulu níggju onnur vitni hoyrast í málinum.










