Sitandi republikanski senatorurin í statinum Georgia, David Perdue, skal út í annað valumfar ímóti demokratiska avbjóðaranum Jon Ossoff 5. januar.
Tað skrivar fleiri amerikanski miðlar í nátt okkara tíð, millum annað tíðindastovan AP, The New York Times og tíðindastovan Reuters.
Harvið skulu tveir senatssessir avgerast í øðrum valumfari í januar.
Teir báðir Georgia-sessirnir kunnu verða avgerandi fyri stríðið um at hava ræði á Senatinum, men tað er treytað av at bæði forsetasessinum og hinum báðum senatssessunum, har eingin vinnari er kosin enn.
Í stríðnum um hinar báðar sessirnar í statunum Alaska og North Carolina er republikanska valevnið á odda.
Enda teir báðir sessinum á republikanskum hondum, fer flokkurin at tryggja sær 50 av teimum 100 sessunum sambært NBC News.
Harvið skulu Demokratarnir at vinna bæði valið í Georgia, um teir skulu gera sær vónir um at fáa valdið í Senatinum.
Samstundis skal Joe Biden vinna forsetavalið, tá varafrosetin, tá tað stendur á jøvnum í Senatinum, hevur avgerandi atkvøðuna.
Sambært Reuters hava valmyndugleikarnir enn ikki váttað, at farið verður út í annað valumfar í Georgia.
Men fleiri amerikanskir miðlar skrivar, at einki valevni kann klára 50 prosent, og harvið verður farið til annað valumfar.
David Perdue stendur sambært Edison Research til 49,8 prosent av atkvøðunum, meðan Jon Ossoff stendur til 47,9 prosent. Georgia er vanliga ikki ein statur, har tað plagar at vera so javnt. Á miðvalinum í 2018 vóru Demokratarnir um at vinna guvernørvalið, men áður hevur tað verið ein tryggur republikanskur statur.
Síðani 2016 hava Demokratarnir uppliva framgongd í forstøðunum kring størsta býin í statinum, Atlanta. Tað tykist eisini at vera gongdin hesaferð.
/ritzau/
##med2##