Báðir partar ynskja frið

Verkfall og verkbann eru tekin um, at man ynskir eina loysn, sigur Súsanna Danielsen

Ósemjan millum almennu arbeiðsgevararnar, ið er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, og Føroya Pedagogfelag tykist at herðast í heilum. Meðan KAF hevur lýst verkbann á kommunala økinum, hevur Pedagogfelagið lýst verkfall fyri allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Samstundis hevur felagið boðað frá, at hóast talan er um lív og heilsu frá búfólkum, so verða eingin undantøk givin.


Fyri uttanfyristandandi kann støðan tykjast at vera fastløst, men sambært Súsanna Danielsen, ið var leiðari fyri lønarsamráðingarnar hjá landinum frá 1988 til 1996, so eru verkfall og verkbann eitt tekin um, at báðir partar ynskja eina loysn.


- Báðir partar eru glaðast fyri, um tað er friður á arbeiðsmarknaðinum. Verkfall og verkbann eru tekin um, at man ynskir eina loysn. Um partarnir vóru líkasælir, so var eingin orsøk at havt hesi amboð, tí so høvdu teir bara lati staðið til. Arbeiðið skal koyra, og tað koyrir ikki heilt sum tað skal, tá ófriður er, sigur Súsanna Danielsen.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Súsanna Danielsen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.