Báðir partar á toppinum

HB hevur vunnið 15 dystir, og B36 hevur vunnið 11 dystir. HB hevur fimm ferðir verið partur av javnleiki, og B36 er átta ferðir farið av vøllinum við einum stigi. Málmunurin hjá HB er 47-31, og hjá B36 er hann 43-34

Gongdin fimm tær seinastu ferðirnar boðar frá, at bæði liðini eru sera væl fyri. HB hevur burtur úr fimm teimum seinastu umførunum vunnið fýra sigrar, og eina ferð hevur verið javnt. B36 hevur burtur úr fimm teimum seinastu umførunum vunnið fýra sigrar, og eina ferð hevur verið javnt. Málmunurin hjá HB hesar fimm ferðirnar er 10-4, og hjá B36 er hann 11-2.

Úrslitini fyrr í ár: HB-B36 2-2 og B36-HB 1-0.

Úrslitini í 2009: B36-HB 2-2, HB-B36 2-2 og B36-HB 1-0.

Úrslitini í 2008: HB-B36 0-0, B36-HB 2-0 og HB-B36 3-0.