Liðið hjá Jógvani Martini Olsen er meiri ella minni uppsteðgað í landskappingini. Eftir at hava verið oddalið – bæði einsamalt og saman við øðrum – síðani fyrsta leikumfar, hevur liðið spælt sær av við fremsta plássið í Effodeildini.
Hetta sama tíðarskeið hevur liðið tryggjað sær sætið í finaluni um løgmanssteypið. Tað er at fegnast um hjá Víkingi, men kortini kann tað á ongan hátt góðtakast, at annars sterka liðið, einans hevur vunnið sær eitt stig av 12 møguligum seinastu dystirnar.
Útivallaruppgávan í móti B68, sum eins og Víkingur hevur havt tað trupult seinastu vikurnar, gjørdist ikki dysturin, har lítið brúkiliga gongdin varð vend – hvørki hjá Víkingi ella B68.
Tveir fluktarar
Eitt mál og eitt stig í part flytir lítið á stigatalvuni. Men samanumtikið er tað ikki nakað órættvíst úrslit, tí talan var sum heild um ein javnan dyst. Sjálvt spælið og málmøguleikarnir annars vóru hampiliga javnbýttir – heimaliðið B68 hevði kanska fleiri kjansir, men teir hjá Víkingi vóru tað størri.
Eitt nú stútaði Atli Gregersen á tvørtræið tíðliga í fyrra hálvleiki, og beint fyri leiklok misnýtti Kaj Leo í Bartalsstovu ein ovurhondsstóran møguleika, tá hann púra einsamallur sendi bóltin framvið málinum úr tveimum metra fjarstøðu.
Ikki tí, eitt mál fekk Víkingur, men tað var ikki fyrr enn Jónleif Højgaard hevði lagt vertirnar á odda við frálíkum fluktara. Fyri Víking var tað eisini talan um ein fluktara, tá Lasse Qvist eitt sindur heppið fekk beint bóltin í kassan og javnað.
Tiltrongdur steðgur
Nú er steðgur í landskappingini, tí eingin fótbóltur verður hetta vikuskiftið. Hjá bæði B68 og Víkingi er talan um ein tiltrongdan steðg, har venjararnir fáa stundir at seta seg niður og hyggja nærri at, hvat er galið.
Hvat Víkingi viðvíkur, so skulu menninir hjá Jógvani Martin bara hava fatur á sama enda, sum teir høvdu við kappingarársbyrjan, tá alt koyrdi sum smurt. Hinvegin er ongantíð komið gongd á maskinaríið hjá B68, og uppgávan hjá Paula Poulsen er tískil at finna fram til, hvussu hansara menn fáa eitt felagsstev, sum kann lyfta teir nøkur pláss upp eftir stigatalvuni.