Báðir partar sakna lyklaspælarar

Klaksvíkingar skulu gera upp við tølini, sum siga, at tað ofta hilnast illa í landskappingardystum á norðoyastevnu

Fótbóltur

 

Tað hevur ofta hilnast illa hjá KÍ í landskappingardystum á norðoyastevnu. Sunnudagin fáa klaksvíkingar nýtt høvi at gera upp við keðiligu stevnutølini, og samstundis verður møguleiki at siga takk fyri seinast við skálamenn. Tá ið KÍ vitjaði á Skála vann heimaliðið 2-1. Hetta er einasta sigurin, sum skálamenn higartil hava vunnið.

Tað er tepurt við tilfari á Skála, og tí rakar tað ógvuliga meint, tá ið Alexandur Johansen orsaka av vøddaskaða ikki er førur fyri at spæla, og tá ið rumenski miðverjin Valeriu Mieila er leikbannaður. Hann sá gult fyri fimtu ferð, tá ið Skála næststíðsta sunnudag tapti tepurt á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Í tí uppgerðini kendu skálamenn seg hava fatur á rætta endanum, men – sum so ofta hjá botnliðum – so høvdu teir ikki marginalirnar í sínum parti.

At tað er tepurt við fólki, og at skaðar og leikbann gera um seg hevur borið við sær, at ungir spælarar hava fingið møguleikan. Atli Kristiansen, Sjúrður Djurhuus og eisini Jógvan Gregersen hava spælt við í ár, og onkrir teirra fara at vera at síggja á vøllinum í Klaksvík á Norðoyastevnu. Eingin skálamaður var við landsliðnum í Estlandi.

Jákup Mikkelsen er einasti KÍ spælarin, sum hesa vikuna hevur verið í Estlandi. Kristian á Lakjuni, Símun Joensen og Rodrigo hava ikki vant. Rodrigo verður við ímóti Skála. Kristian á Lakjuni verður ikki við, tí hann er skaddur. Símun Joensen verður ikki við. Hann er skaðaplágaður og hevur gjørt av at gevast at spæla – fyribils í hvussu so er.

Hóskvøldið vandi Bjarni Jørgensen fyri fyrstu ferð í langa tíð saman við hinum KÍ spælarunum.