Báðir partar renna undan botninum

Í Fuglafirði og í Klaksvík iðra teir seg um mistøk í verjuni og lítla úrtøku í hinum endanum, og báðir partar vóna, at gongdin skal vendast í stevnudystinum í kvøld

Tað verður botnuppgerð í Fuglafirði í kvøld. Eftir fjúrtan umfør er ÍF aftast. Um tað eydnast teimum at fáa fulla úrtøku ímóti klaksvíkingum, so kunnu teir lyfta seg eini fýra pláss, og so verður KÍ aftast.
- Sum heild var eg nøgdur við hugburðin og avrikið ímóti B36. Trupulleikarnir hjá okkum vóru eyðsýndir. Vit høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar, sum vit ikki megnaðu at fáa úrtøku burturúr, og í hinum endanum gjørdu vit tvey mistøk, sum teir fingu fulla úrtøku burturúr. Tað var munurin á B36, sum er oddalið, og ÍF, sum er botnlið, staðfestir ÍF venjarin, Petur Simonsen.
Hann staðfestir, at tað tykist vera tungt at lyfta sær aftur, eftir at tað leingi hevur gingið minni væl.
- Eg rokni við, at tað hevði lyft liðnum nógv, um vit eina ferð aftur megnaðu at vinna, og eg haldi, at vit eiga at hava møguleikan ímóti KÍ.
Men tit taptu 3-0 ímóti teimum á heimavølli fyri ikki so langt síðani?
- Tá vóru klaksvíkingar ágrýtnir, og teir lumpaðu okkum taktiskt. Tað ætla vit ikki skal endurtaka seg hesa ferð.
Hanus Eliasen noyddist av vøllinum við nógvari pínu í arminum mánakvøldið. Í fyrstu atløgu vóru teir bangnir fyri, at armurin ella ælbogin vóru brotin. Men Hanus var aftur til venjingar mikukvøldið. Teir rokna við, at talan var um toygnað liðband, og tað er ikki útilokað, at Hanus verður við í kvøld.
Gunnar Nielsen hevur í tríggjar vikur verið skaðaplágaður. Hann vandi mikukvøldið, og tað er ikki útilokað, at hann verður við í kvøld.

Veteranar við aftur
Í Klaksvík hava teir gott gamalt við til Fuglafirðar. Niclas Niclassen og fuglfirðingurin í Klaksvík, Høgni Madsen, eru leikbannaðir, og Marek Wierzbicki, sum var vinstri vongverji í Vági, hevur trupulleikar við brákaðum rivi.
Jan Joensen og Harley Bertholdsen, sum ikki hava vant í ár fyrrenn fyri einari viku síðani, eru báðir við í KÍ hópinum í kvøld, og tað tykist ikki lítið sannlíkt, at teir vera imillum teir fyrstu ellivu.
- Vit fingu ein orduligan lúsing, tá ið vit taptu 5-1 í Vági. Hóast stórtapið, sum gjørdist veruleiki síðsta lítla korterið, so var eg í stórum pørtum av tíðini nøgdur við hugburðin. Trupulleikin hjá okkum var tann sami, sum fuglfirðinar siga seg hava. Meðan vit framvegis vóru væl við, høvdu vit risa møguleikar at fáa mál, men vit misnýttu, og í hinum endanum fingu teir mál uppá møguleikar, sum avgjørt ikki eiga at koma fyri í bestu deildini, sigur KÍ venjarin Oddbjørn Joensen.
Í fyrstu royndini eftir at Oddbjørn Joensen hevði tikið ábyrgdina av KÍ liðnum á seg, vunnu teir sannførandi í Fuglafirði.
Hvussu bar tað til?
- Kanska vóru fuglfirðingar ikki so væl fyri júst tá, men eg haldi, at okkara vóru óførir, og teir spældu eisini fínt, tá ið vit vunnu á heimavølli ímóti TB. Síðani hava vit havt trupulleikar við fólki, og soleiðis er tað eisini hesa ferð. Men kanska fer tað at batna. Mánadagin fáa vit verjukendan danskara, Eyðun Klakstein er um at koma fyri seg aftur, og um ein mánað verður Símun Joensen við aftur. Tað kennist eitt sindur hugaligari. Men vit mugu hvørja ferð stríðast við tí fólkinum, sum er tókt, og eg havi álit á, at spælararnir fara at leggja alt tað fyri í Fuglafirði, sum teir megna, sigur Oddbjørn Joensen.