Báðir partar leita eftir yvirskotinum

Tað eru fýra ár síðani, at Víkingur vann fulla úrtøku í Klaksvík

Tað eru tveir ikki sørt særdir partar, sum seinnapartin bresta saman á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík.

 

Tvær av trimum teimum seinastu ferðunum er tað endað javnt hjá víkingunum, sum bæði á Eiði og á heimavølli ímóti Suðringum kendu seg missa tvey stig.

-Vit áttu at havt vunnið við fleiri málum, men tað er farið. Nú snýr tað seg um KÍ í Klaksvík. Tað er stór avnbjóðing, tí klaksvíkingar eita eitt gott lið. Vit vóna, at tað aftur í dag fer at eydnast at mynda møguleikar, og at vit fara at vinna størri úrtøku, sigur Víkinga venjarin Maurice Ross.

Andreas Lava Olsen er við aftur, og harvið eru allir víkingarnir tøkir.

 

Eftir at hava verið á aldukambinum í seks vikur hevur KÍ tvær tær seinastu ferðirnar tapt. At fara til Suðuroygar mitt í viku vísti seg at vera kostnaðarmikið skilt á tann hátt, at umframt tap í steypakappingini ímóti Suðringum, so fekst einki burturúr fýra dagar seinni í høvuðsstaðnum ímóti B36.

Tað bilaði við orkuni. KÍ hevur tvær tær seinastu ferðirnar ikki víst tað yvirskotið, sum liðið annars hevur spælt við – bæði í verju og álopi.

-Sjálvandi hava vit verið vónbrotnir, hóast vit ongantíð høvdu roknað við, at vit fóru at vinna allar dystirnar. At tað kostar ikki at vera fokuseraðir alla tíðina, vórðu vit mintir á síðsta sunnudag, tá ið B36 eftir einum stórum minutti skoraði tvey mál ímóti okkum. Nú hava vit fokus á avbjóðingini, sum tað altíð er at spæla ímóti Víkingi, og vit kenna okkum at vera væl fyri, sigur miðvallarin Jákup B. Andreasen.

 

Í gjár var Óli Eyðsteinsson Poulsen einasti málskjútti, tá ið næstbesta liðið vann 1-0 ímóti Víkingi í Leirvík, har hann var á vøllinum í 63 minuttir. Hann hevur verið vongverji í vinstru á besta liðnum allar dystirnar higartil í ár. Tað er sannlíkt, at hann í dag verður á beinkinum, og at Ólavur Niclasen, sum er komin fyri seg eftir skaða og hevur spælt tvær ferðir á næstbesta liðnum, har hann ikki var við í gjár, verður vongverji ídag.

Hákun Edmundsson, Kristoffur Jakobsen og Ísak Simonsen eru skaddir.

31. mai í 2014 vann Víkingur 4-2 í Klaksvík. Síðani hava tað verið tríggjar grannauppgerðir í Klaksvík. Í 2015 vann heimaliðið 3-2 og í 2016 2-0. Í fjør endaði tað 1-1.