Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í grannauppgerðini millum KÍ og Víking. Talan er um fyrsta dystin í 21. umfari. Hinir fýra dystirnir verða spældir í morgin.
Felags fyri KÍ og Víking er, at báðir partar hava nógv at spæla fyri.
Hjá KÍ snýr tað seg um at halda tørn um næstfremsta plássið, og at liva í vónini um, at tað kanska fer at eydnast at fáa lív aftur í FM kappingina. Fyrsta treytin um at vónin skal verða veruleiki er, at klaksvíkingar hvørja ferð vinna fult, og hin parturin er, at HB loksins fer at kiksa.
Hjá Víkingi snýr tað seg um at fáa fatur aftur á møguleikanum at vinna atgongumerki til aftur næsta ár at spæla í europeisku kappingini.
Undan hesum kappingarárinum skrivaði KÍ sáttmálar við Hákun Edmundsson og Kristoffur Jakobsen. Tað er synd at siga, at teir hava átt stóran lut á KÍ liðnum. Skaðar hava darvað teimum. Hákun Edmundsson hevur als ikki verið á vøllinum, og Kristoffur Jakobsen hevur verið tríggjar ferðir á besta liðnum.
Teir eru báðir framvegis skaðaplágaðir. Ivasamt er, um miðverjin Deni Pavlovic er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í hondini.
Hjá Víkingi eru Atli Gregersen og Andreas Lava Olsen tøkir aftur eftir leikbann. Miðvallarin Karl Løkin er leikbannaður í kvøld. Sølvi Vatnhamar hevur orsaka av skaða ikki verið í Víkinga liðnum tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið tað er endað við tapi á heimavølli ímóti Suðringum og 07 Vestur.
KÍ – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.00.










