Amnesty International vil vera við, at bæði Ísrael og Hizbollah framdu krígsbrotsverk undir krígnum í summar.
AI hevur fyrr sagt, at ísraelski herurin breyt fólkarættin, tá hann skipaði fyri álopum, sum eftir øllum at døma vóru vend ímóti sivilum málum í Libanon. Nú sigur felagsskapurin, at Hizbollah royndi eisini at raka sivilmál, tá felagsskapurin sendi rakettir eftir ísraelskum býum. Tað er greitt brot á altóða reglur um krígsførslu, sigur Amnesty International og leggur afturat, at tey hørðu ísraelsku álopini rættvísgera á ongan hátt brotini hjá Hizbollah.
Undir krígnum, sum vardi umleið ein mánað, sendi Hizbollah næstan 4.000 rakettir eftir málum í Ísrael. 43 sivilfólk doyðu, og 33 vórði illa særd. Amnesty International vísir á, at fleiri hundraðtúsund ísraelsmenn flýddu ella fjaldu seg í bumbuskýlum, og at talið á deyðum hevði verið munandi størri, um tey ikki flýddu ella fjaldu seg.