Báðir partar fáa vápn

Í gjár legði amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, Russland undir at senda stýrinum í Sýrialandi vápn, men tað gingu bara nakrir fáir tímar, til Moskva svaraði aftur.

-Vit bróta ongar altjóða lógir, men halda teir sáttmálar, sum vit hava gjørt við Sýrialand, segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov (myndin), við tíðindafólk. Hann viðgekk, at Russland letur Sýrialandi eina loftverjuskipan, men segði, at tað stríðir ikki ímóti altjóða avtalum. Hinvegin hartaði hann USA fyri at hjálpa uppreistrarmonnunum við vápnum.

-USA brýtur altjóða rætt við at lata sýrisku andstøðuni vápn, sum uppreistrarmenninir brúka ímóti stjórnini, segði Lavrov.

Eygleiðarar siga, at hetta er fyrstu ferð, at Russland so týðiliga umrøður USA sum part í stríðnum í Sýrialandi. Fyrr hava russar bara sagt, at útlendskar kreftir hava lagt seg út í stríðið.