Nú fáa vit at vita um tað røkkur ella støkkur í samráðingunum ímillum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um ein nýggjan sáttmála.
Samráðingarnar hava verið bæði harðar og drúgvar og næstseinasta fríggjadag góvu partarnir upp og sendi boð eftir semingsmonnunum.
Síðani hava semingsmenninir staðið á odda fyri samráðingunum og Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at tað hevur verið so langt ímillum partarnar, at tað hevur verið trupult.
Men í nátt komu teir so har til, at teir løgdu eitt semingsuppskot fyri partnarnar, sum teir nú skulu taka støðu til.
Semingsmaðurin sigur, at talan er um eitt rættiliga umfatandi semingsuppskot, so partarnir hava fingið freist til seinnapartin í morgin at svara honum.
Hann sigur, at verður semingsuppskotið ikki góðtikið, fara tey at viðgera støðuna aftur fyri at fáa greiði á, hvat tað, sum annar parturin, ella báðir ikki kunnu góðtaka í eini roynd at laga tað til, so at tað glíður niður hjá báðum pørtum. Men hann leggur kortini afturat, at tá ið eitt semingsuppskot er lagt fram, líður av álvara ímóti endanum á semingsroyndini.