Báðir partar eru í aldudalinum

Tølini siga, at tað eru tvey lið í aldudalinum, sum seinnapartin hittast á Svangaskarði:

B68 hevur burtur úr fimm teimum seinastu umførunum fingið eitt stig, og málmunurin í hesum dystunum er 4-12!

B36 hevur framvegis ikki tapt á útivølli í ár. Trupulleikin er, at tað nógvu tær seinastu ferðirnar ikki hevur eydnast at vinna, hvørki á útivølli ella í Gundadali, har árstalsfelagið hevur lagt rygg til tap ímóti bæði NSÍ og Víkingi.

B36 er tað felagið, sum oftast hevur spælt javnt. Sjey tær seinastu ferðirnar hevur úrslitið verið fimm javnleikir og tvey tap.

 

Hjá B68 kemur tað stak illa við, at lyklaspælararnir, Keita og Ndende, ikki eru 100 prosent klárir, og tí neyvan fara at hava nakran avgerandi leiklut ídag. Oddur Højgaard, sum hevur skorað fimm mál, er leikbannaður.

? Vit hava bara fingið eitt stig burtur úr síðstu fimm dystunum, og nú er neyðugt at vinna øll stigini, sigur B68-venjarin, Bill McLeod Jacobsen, sum eisini hevur aðrar smáskaðar at dragast við.

Hjá B36 sita Símun Joensen og Meinhardt Joen­sen skaddir uttanfyri. Ingi Højsted er farin at venja aftur, men hann verður hann neyv­an við ídag.

? Fyri okkum ræður um, at vit vísa, at dysturin týskvøldið, tá vit mistu finalussessin, ikki vísti okk­um, soleiðis sum vit eiga at spæla. Nú skulu vit inn á vøllin at vísa, hvat vit veruliga eru verdir, sigur B36 venjarin Sigfríður Clementsen.

Tá ið árstalsfeløgini hittust í Gundadali fyrr í ár, vann B36 3-1.