Eftir eitt ára fráveru skal B68 royna seg fyri fyrstu ferð í FORMULA DEILDINI, tá ið toftamenn sunnudagin fara at vitja á Mølini.
Hjá B68 eru bæði Øssur Jacobsen og Jóhan Petur Poulsen leikbannaðir, eftir at teir sóu reytt, tá ið B68 síðsta leygardag sendi ÍF úr steypakappingini. Av Toftum verður sagt, at teir rokna ikki við at nýggi hollendski verjukendi miðvallarin, Ralph van Dooren verður tøkur. Loyvini vóru ikki komin upp á pláss fyrrapartin í dag.
Øssur Hansen noyddist av vøllinum eftir fyrra umfarið móti ÍF. Hann hevur vant í vikuni og fer at spæla á Mølini.
Á Mølini stendur væl til. Tað er stór kapping um plássini á besta liðnum. Rafal Kwiecinski, ið er álopskendur spælari úr Póllandi, sum tað verður roknað nógv við, verður neyvan við móti B68. Fyrrapartin í dag vóru loyvini ikki komin upp á pláss. Knút Vesturtún hevur verið smáskaddur, og tískil hevur hann ikki vant við fullari ferð. Eftir at hann hevur verið skaddur, hevur Ronnie Samuelsen í hesi vikuni vant við fullari ferð.