Í dag hevur aðalfundur verið í Lærarafelagnum og har stóðu tveir nevndarlimir fyri vali Maria V. Hansen og Páll Poulsen, sum hava sitið í nevndini í nøkur ár, stillaðu upp aftur og tey vórðu bæði afturvald.
Men tey høvdu mótvalevni, tí bæði Regin Marnersson, Rani Andrasson Skaalum og Jón Ingi Ejdesgaard stillaðu eisini upp ímóti teimum.
Tá ið avtornaði, vórðu Maria V. Hansen og Páll Poulsen afturvald við ávikavist 70 og 60 atkvøðum.
Regin Marnersson fekk 52 atkvøður, Jón Ingi Ejdesgaard fekk 49 atkvøður og og Rani A. Skaalum fekk 15 atkvøður, skrivar Lærarafelagið á heimasíðu síni
Formansvaæ var esini, men formaðurin, Herálvur Joensen hevði onki mótvalevni og tí er hann afturvaldur uttan atkvøðugreiðslu.
- At øll nevndin er afturvald, taka vit sum eina álitisváttan, sigur formaðurin.










