Bíðirúmið er fult og fólk fara á dyr

Løgtingsmaður roynir enn einaferð at bøta um umstøðurnar at taka blóðroyndir í Runavík

Laboratoriið í Runavík eigur at vera opið hvønn dag. Men í øllum førum eigur tað at vera opið meiri enn tað er nú.

 

Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, og nú vil hann hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at greiða frá, um ætlanin er at bøta um støðuna.

 

Hann hugsar nógv um umstøðurnar hjá eysturoyingum at taka blóðroyndir, og hetta er minst triðju ferð, hann reisir spurningin um laboratoriið í Runavík á Løgtingi.

 

Eitt Laboratoriið er í Runavík har starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru til staðar at taka blóðroyndir. Men Kári P. Højgaard sigur, at tað er bara opið í hálvan annan tíma ein dag um vikuna. Men umframt tað fara tey á Vesturskin á Toftum, og á Eysturoyar Ellis-og Røktarheim í Runavík, at taka blóðroyndir av fólki, sum har býr.

 

Men Kári P. Højgaard heldur, at hendan tænastan er alt ov vánalig. Hann vísir á, at tað búgva eini 6000 fólk við Skálafjørðin og bíðirúmið er javnan fult av fólki, og tað hendir seg eisini, at fólk fara avstað aftur, uttan at blóðroyndin er tikin.


Nøkur koyra á Klaksvíkar Sjúkrahús, har tey siga, at eingin bíðitíð er. Men løgtingsmaðurin heldur, at tað eru verri enn so øll, sum noyðast at taka blóðroynd regluliga, sum eiga, ella hava atgongd til bil.

 

– Ein høvuðsuppgáva hjá tí almenna má vera at geva okkara veikastu brúkaranum so góða tænastu í nærumhvørvinum sum til ber, heldur Løgtingsmaðurin.

 

Tí heldur hann, at laboratoriið skuldi verið opið hvønn gerandisdag, men hann heldur, at eitt stig tann rætta vegin kundi verið, at opið varð tveir tímar, tveir dagar um vikuna.