Báðir menninir vórðu bjargaði, tá ið útróðrabáturin, Marianna, hólvdist 10 fjórðingar í ein útsynning úr Trøllhøvda um náttúrðatíð í kvøld.
Tað sigur MRCC. Menninir fingu bjarga sær í gummibátin og høvdu tíbetur telefon hjá sær og fingu sostatt sent boð eftir hjálp.
Tyrlan varð boðsend klokkan 19.13 í kvøld og tríggjar minuttir seinni, varð eisini bjargingarbáturin, Lív, biðin um at fara til hjálpar.
Somuleiðis loysti Brimil, sum lá í Havn og Triton, sum var beint norðanfyri Mykines, setti eisini kós ímóti staðnum,
Klokkan 20.05 fann tyrlan gummibátin og bjargaði báðum monnunum. Teir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið.
Lív hevur síðani tikið gummibátin upp, men Triton og Brimil hildu fram at leita eftir Marionnu.