Bíðirøðirnar skulu burtur

Í langa tíð hevur barnaansingartrupulleikin verið stórur í Tórshavnar kommunu, og 365 børn standa í dag á bíðilista til ansingarpláss.

At støðan er vorðin henda, stavar ikki minst frá tí veruleika, at Havnin er tað staðið, har øll vilja búgva. Tilflytingin, bæði av bygd og úr øðrum londum, hevur vundið so nógv upp á seg, at trupulleikin við barnaansingini samstundis er vaksin við rúkandi ferð.

Ítøkiliga verður nú farið undir at loysa trupulleikan, soleiðis at 122 nýggj ansingarpláss koma í ár, 230 í næsta ár og so 92 aftur í 2002. Harumframt tekur frítíðarskúlin 50 børn fleiri í næsta ár og 100 aftrat í 2002.

Ansingartørvurin verður tó bara nøktaður 90 prosent, tá hesi 444 barnaansingarplássini eru komin aftrat. Her vantar framvegis nakað í, áðrenn tørvurin er nøktaður 100 prosent.

So mikið meira eigur dentur at verða á at nøkta tørvin út í æsir, tí fáa øll hesi foreldrini børnini ansað, fer tað at skapa øktan produktivitet í kommununi. Og tað gagnar jú í síðsta enda bæði foreldrum, kommunu og samfelagnum sum heild.

Nú er loyst úr lagdi í hesum máli, men fyri framman eiga vit at hava sum mál at fáa loyst allan barnaansingartrupulleikan. Tað er ongantíð í lagi, at foreldur ikki kunnu fáa børn síni ansað.

Fyrst og fremst má politisk semja fáast um at seta pening av til endamálið, og at barnaansingin verður raðfest frammarlaga, tí hetta er eitt átroðkandi mál.

Í framtíðini skal tað vera heilt náttúrligt, at allar kommunalar útstykkingar fevna um barnaansing, so trupulleikarnir verða loystir miðvíst, bæði lokalt og í síni heild.

Hesum vil eg framhaldandi arbeiða fyri!


Heðin Mortensen, býráðslimur