Báðir fríkendir fyri ídnaðarnjósning

Á middegi fall dómur í Føroya fyrsta málið um ídnaðarnjósning. Ákæruvaldið hevur stevnt einum fyrrverandi stjóra í lýsingarfyritøkuni Team 85 fyri vinnustuldur og eitt fyrrverandi starvsfólk fyri at hava útint hetta fyri hann.

Menninir noktaðu seg sekar í sakarmálinum.

Nú er dómurin fallin. Og fyri løtu síðani vóru báðir tveir fríkendur í Føroya Rætti. Men fyrrverandi stjórin skal ikki gera nakað revisert tað næsta árið.

So fyrsta málið um ídnaðarnjósning í Føroyum, varð av ongum.