Bogaskjóting
Tað eru ov fá ung, sum skjóta við compound, men enn einaferð vísti Magnus Andreassen úr Ørvi (Ø), at hansara skjóting í ár er betri enn nakrantíð. Hann gjørdi bart og setti nýtt føroyskt met við at skjóta (286+289) 575 stig. Gamla metið átti Kristoffer Andreasen við 573 stigum.
Í bólkinum recurve vóru heldur fleiri luttakarar – 12 í tali. Sum heild kann sigast, at innleiðandi umfarið gekk sera væl. 9 skjúttar skutu persónlig met.
Bestu innleiðandi úrslitini vóru: Bogi Andreasen, VágaSkot (V), (261+270) 531 stig og persónligt met, nr. 2 Rógvi Larsen Tambar (T), (248-261) 509 stig og persónligt met, nr. 3 Rani Beder (T) (248+251) 499 stig og persónligt met og nr. 4 Rógvi Dalsgarð (T) (230+245) 475 stig.
¼-finalurnar: Bogi A-Odd Andreasen (Ø) 110-87, Rani-Oddmar Nielsen (Ø) 102-87, Sirið Rein (T)-Rógvi D 97-96 og Rógvi L.-Ørvur Guttesen (Ø) 93-62.
½-finalurnar: Bogi A.-Sirið 111-96 og Rani-Rógvi L. 103-100.
Dysturin um triðja plássið var millum Sirið og Rógva L og endaði dysturin 102-93.
Dysturin um fyrsta plássið var millum Boga A. og Rana. Hesin dystur var sera javnur við umfarsúrslitunum 27-27, 27-28, 28-24 og 26-26. Sostatt vann Bogi 108-105.
Vaksin
Í compound bólkinum vóru innleiðandi úrslitini hesi: Jógvan Niclasen, (T), (284+284) 568 stig, nr. 2 Per Holm Andersen, (Ø) (280+283) 563 stig, nr. 3 Nikkel Petersen (Ø) (272+274) 546 stig og persónligt met, og nr. 4 Kaj Johannesen (Ø) (269+271) 540 stig og persónlig met.
¼-finala: Magnus og Kaj skutu ein javnan dyst 106-106 og máttu sostatt hava umskjóting, sum Magnus vann 10-9.
½-finalurnar: Jógvan Niclasen-Magnus 114-101 og Per-Nikkel 114-106.
Dysturin um triðja plássið var millum Magnus og Nikkel og var javnur við úrslitinum 107-105.
Finalan var millum Jógvan og Per. Hendan dagin vístu teir báðir sera góða skjóting í dystunum. Í finaluni skutu teir báðir omanfyri gamla føroyska metið, sum var 117 stig. Úrslitini í umførunum vóru 29-30, 30-29, 30-29 og 30-30, og endaði dysturin við sigri til Jógvan við 119-118. Jógvan setti nýtt føroysk met. Sigast kann, at mann í mesta lagi kann skjóta 120 stig í einum dysti, sum hesum.
Í bólkinum recurve vóru 6 luttakarar. Innleiðandi úrslitini vóru hesi: Eirikur í Jákupsstovu (Ø) (271+250) 521 stig, nr. 2 Jógvan Magnus “Eggaba” Andreasen (V) (254+253) 507 stig, nr. 3 Tórfinn hansen (V) (250+247) 497 stig og persónligt met, og nr. 4 Jastrid M. Jensen (T) (248+229) 477 stig.
¼-finalur: Tórfinn-Rakul Dam (T) 97-94 og Jim S. Guttesen (V)-Jastrid 102-97.
½-finalur: Tórfinn-Eggaba høvdu ein javnan dyst, sum endaði 104-103. Eirikur-Jim 98-86.
Dysturin um triðja plássið var millum Jim og Eggaba og endaði hann 99-90.
Dysturin um fyrsta plássið var millum Tórfinn og Eirik og vóru hesi úrslitini í umførunum 29-26, 26-26, 27-26 og 25-25 og endaði tað sostatt við sigri til Tórfinn 107-103.