Báðir føroyingarnir vórðu skiftir út

Sogndal tapti í Lillestrøm, og skoðsmálini til føroysku spælararnar vóru ikki góð

 

Tippeligan


Tað tykist vera tungt hjá teimum báðum føroysku spælarunum í Sogndal at fáa høvdið fyri seg í bestu deildini í Noregi. Í triðja umfarinum var Sogndal fyri aðru ferð á útivølli, og fyri aðru ferð taptu teir við trimum málum. Lillestrøm vann 4?1 á heimavølli, og harvið varð tað aftur staðfest, at tað verður eitt stríð hjá Sogndal at halda seg í bestu deildini, og at stigini, sum skulu skavast saman, fara fyrst og fremst at verða vunnin á heimavølli.

Julian Johnsson og Kurt Mørkøre hava báðir fingið ta álitisváttanina frá venjaranum, at teir hava verið ímillum teir fyrstu ellivu. Tað vóru teir eisini hesa ferð. Men sum í undanfarnu dystum, so spældu teir heldur ikki sunnukvøldið alla tíðina. Julian Johnsson kom ikki á vøllin eftir steðgin, og Kurt Møkrøre varð tikin út, tá tað restaðu ellivu minuttir.

Í VG er metingin av føroysku spælarunm ikki góð. Saman við trimum øðrum spælarum fær Julian Johnsson eitt trý tal, og Kurt Mørkøre er einasti av teimum 22 á vøllinum, sum fær eitt tvey tal. Kurt skoraði eina rúgvu av málum í fjør, og hann verður dømdur út frá, hvussu nógv mál hann skorar í ár. Í trimum teimum fyrstu umførunum hevur tað ikki ligið fyri hjá honum at skora.

Sogndal var í 4?3?3 uppstilling. Julian Johnsson var á miðvøllinum í 1. hálvleiki. Eftir steðgin loysti Kristian Ystaas hann av. Kurt Mørkøre var miðframherji. Saman við honum í álopinum vóru Tommy Øren og Alexander Ødegaard.

Sogndal kom á odda í 3. minutti. Alexander Ødegaard skoraði. Lítla løtu seinni javnaði Lillestrøm. Teir løgdu seg framum í 1. hálvleiki, og síðsta korterið skoraðu teir tvey mál afturat.

Mikukvøldið verður aftur eitt umfar á skránni í norsku kappingini. Tá fær Sogndal vitjan av Stabæk.


Brattbakk í miðdeplinum

Síðsta heyst varð fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson í FCK, Harald Brattbakk, seldur til norska stórfelagið Rosenborg, har hann áður hevði spælt. Í Keypmannahavn hevði Brattbakk ilt við at vísa máltevið, sum hann annars var kendur fyri. At tað framvegis eru mál í honum, var sjón fyri søgn sunnudagin. Rosenborg vann 4?1 á útivølli ímóti Bodø/Glimt, og Harald Brattbakk skoraði bæði til 2?1 og 3?1.

Bryne vann 4?3 á útivølli ímóti Brann í Bergen. Í fjør fekk Bryne einki stig á útivølli, og sambært VG var hetta fyrsti útisigurin hjá teimum í fleiri ár. Venjarin hjá Brann var ikki blíður eftir tapið, sum hann helt vera eina skandalu. Venjarin hjá Brann eitur Þeitur Þordarson, og hann er íslendingur. Fótbóltsáhugaðir føroyingar eiga at komast við hetta navnið. Í síni tíð sum spælari í Akranesi í sjeyti árunum spældi hann ímóti føroyska landsliðliðnum. Hann hevur verið yrkisspælari m. a. í Noregi. Føroyingar minnast hann eisini frá, at hann hevur verið landsliðsvenjari í Estlandi. Bæði tá føroyska landsliðið í 1997 vann vinardystin á útivølli í Tartu 2?1, og tá føroyingar í 1998 á útivølli í Tallinn í EM undankappingini taptu 5?0. Íslendingurin var eisini venjari, tá Estland í somu kappping vann 2?0 á Tórsvølli 4. september í 1999. Nú er Þeitur Þordarson aftur í Noregi, har hann venur Brann Bergen, og hesa ferð var hann altso rættuliga rísin.