Enn er óvist, hví ógvusligur eldur kom í umborð á føroyska frystitrolaranum, Hercules
Báðir føroyingarnir, sum vóru við føroyska frystitrolaranum, Hercules, eru bjargaðir, eftir at ógvusligur eldur kom í umborð á skipinum tíðliga í gjáramorgunin.
Eftir avtalu vil reiðarin ikki enn upplýsa, hvørjir teir eru.
Hinvegin er tíverri greitt, at talan er um ein sorgarleik, tí higartil er ein maður funnin deyður og 10 eru ikki komnir afturíaftur og vónirnar til at finna teir aftur á lívi eru lítlar og ongar.
Tað er ein kinesari, sum er funnin deyður og teir, sum ikki eru komnir afturíaftur eru ein russari og 9 kinesarir.
Tilsamans vóru 116 mans við trolaranum. Talan var um tveir føroyingar, tríggjar norðmenn, fýra ukreinarar, 27 russarar, 70 kinesarar og 10 mans úr Peru.
Í løtuni eru umboð fyri reiðarí, trygging og skipasýn á veg til Chile og verða frammi í dag og í morgin, sigur reiðarin í tíðindaskrivi beint nú.
Eisini er eitt skip frá sjóverjuni í Kili á veg til Hercules og verður frammi í dag.
Er eldurin avhæsaður tá og eru umstøður til tað, verður roynt at fara umborð á Hercules at kanna støðuna.
Reiðarin sigur, at enn veit hann ikki hvussu, ella hvar eldurin er kyknaður, men kanska festi tað í pakkitilfar í goymslurúminum.
Hercules var til fiskiskap í Kyrrahavi, vestan fyri Kili og hann fór úr Panama 24. mars.
Hercules er skrásettu og tryggjaður í Føroyum.