Báðir dystirnir á Tórsvølli

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at sambandið hevur álagt, at báðir HM-undankappingardystirnir skulu spælast á Tórsvølli

Dysturin ímóti Rumenia verður leiktur tann 10. september, meðan Eysturríki vitjar í høvuðsstaðnum tann 11. oktober.

Atgongumerkjasølan byrjar um mánaðarskiftið juli/august, og verður møguligt at keypa umvegis alnótina.

Føroyska landsliðið skal í undankappingardystunum spæla ímóti Fraklandi, Serbia, Rumenia, Eysturríki og Litava