Íbúðir á Boganeshamri

32 íbúðir fara at standa klárar á Boganeshamri tann 1. apríl næsta ár. Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri íbúðarbyggingini. Áhugin fyri íbúðunum er sera stórur

J&K Petersen eru byrjaðir arbeiðið við einari verkætlan við íbúðum á Boganeshamri. Arbeiðið er byrjað, og eftir ætlan skulu íbúðirnar verða lidnar tann 1. apríl 2007. Talan verður um 32 íbúðir, sum verða gjørdar í fýra týpum. Tað verða tveir blokkar á tvær hæddir við átta íbúðum á hvørjari hædd. Til hvørja íbúð hoyra tvey parkeringspláss og ein hjallur til. Íbúðirnar eru 72 og 76 m2, alt eftir hvørja týpu, tú velur.
Steinálvur Petersen er stjóri á J&K Petersen, sum stendur fyri verkætlanini.
- Hetta er nakað heilt nýtt í Førðoyum. Vit gera lyklaklár hús, sum liggja í einum vøkrum umhvørvi við einari sera flottari útsjónd til Nólsoynna og Eysturoynna. Húsini verða klár at flyta inn í 1. apríl næsta ár. Vaskimaskina, turkitrumla og ein 32 flatskermur fylgja við í prísinum, sigur Steinálvur.
Nógv fólk uppskrivað
J&K hevur fingið ein viðurkendan arkitekt at tekna íbúðirnar. Talan er um Sofus M. Jacobsen frá ONV í Danmark. Hann hevur vunnið fleiri virðislønir innan slíka raðhúsbygging, sum er sera vanlig í Danmark.
J&K stendur fyri øllum arbeiðinum, men teir útdelegera eisini uppgávur til aðrar fyritøkur.
Hóast J&K als ikki hevur lýst við íbúðarbyggingini, hava nógv longu skrivað seg upp. Talan er serliga um eldri fólk, sum eiga eini stór hús og kundu hugsað sær at flutt í eini minni.
- Hetta er upplagt til tvey fólk, sum vilja sleppa av við eini stór hús. Vit rokna ikki við, at tað verður nakar trupulleiki at selja íbúðirnar, sigur Steinálvur.
Steinálvur vil ikki útihýsa, at tey fara í holt við eina aðra líknandi verkætlan, um hendan gongur væl.