Sjúkraviðgerð
At sjúklingar bíða bæði eitt og hálvtannað ár eftir at fáa viðgerð fyri ymsar sjúkur, er ikki ókent.
Men verður rætt atborið, kundu nógvir av hesum sjúklingunum sloppið í viðgerð uppá nakrar fáar dagar.
Tað fingu limirnir í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum at vita, tá ið hon var á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin, har hon kunnaði seg um viðurskiftini.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsið hava tey 1200-1300 sjúklingar um árið. Einar 400-500 skurðviðgerðir verða gjørdar á sjúkrahúsinum um árið.
?Men tað ber væl til at skurðviðgerða einum 200 fólkum afturat á Suðuroyar Sjúkrahúsi, greiddi yvirlæknin, Knud Steinø, fíggjarnevndarlimunum frá.
Fáa ikki sjúklingar
Hvussu ber tað so til, at bíðilistarnir á Landssjúkrahúsinum eru meturlangir, samstundis sum Suðuroyar Sjúkrahús kann viðgerða nógv fleiri sjúklingar, enn gjørt verður í løtuni, vildu fíggjarnevndarlimir hava at vita.
Tað visti leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki.
?Men onkusvegna vísir tað seg at vera trupult at fáa læknar norðanfjørðs at senda sjúklingar suður hendavegin.
Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsið heldur ikki, at tey trý sjúkrahúsini í heilsuverkinum eru samskipað nóg væl. Tí verða tey samskipað, kunnu bílilistarnir til ávísar viðgerðir lættliga fáast munandi niður.
Men samstundis legði yvirlæknin dent á, at hann er sera væl nøgdur við tað dagliga samstarvið við Landsssjúkrahúsið.
Men veruleikin er so tann, at Landssjúkrahúsið sendir ikki ein tann einasta sjúkling til Suðuroyar, hóast teir kundu sloppið framat á Suðuroyar Sjúkrahús uppá minni enn eina viku.
Hvørja ferð tað hendir, at ein sjúklingur kemur norðaneftir á Suðuroyar Sjúkrahús, er tað tí at kommunulæknin hevur sent hanni. Tað er kki Landssjúkrahúsið, sum sendir teir.
Slapp framat uppá tríggjar dagar
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi nevndu dømi um skurðviðgerðir fyri brokk og aðrar, smærri skurðviðgerðir.
Sjúklingar norðanfyri bíða ofta upp í 18 mánaðir eftir at sleppa framat at verða lagdir undir skurð fyri brokk.
? Men tá ið so kommunulækni i teirra í Havn spurdi seg fyri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sluppu sjúklingarnir framat uppá 2-3 dagar.
? Tað er ikki bara galdandi fyri brokk, at bíðitíðin er lítil og ongin á Suðuroyar Sjúkrahúsið, tað er eisini galdandi fyri aðrar, smærri skurðviðgerðir.
Og á Suðuroyar Sjúkrahúsið hava tey havt einstakar sjúklingar norðaneftir sum vórðu settir á langar bíðilistar á Landsjúkrahúsinum, men sum sluppu framat í Suðuroy upp á nakrar fáar dagar- eftir umbøn frá kommunulækna teirra.
Eitt dømi var um ein sjómann, sum varð sjúkur beint fyri jól og sum eftir ætlan skuldi bíða í næstan tvey ár eftir at sleppa framat at verða lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsinum. Sostatt kundi ikki vera talan um, at hann slapp avstað aftur til skips eftir nýggjár, men skuldi ganga sjúkrameldaður í langa tíð við sjúkradagpengum og øðrum stuðuli.
?Kommunulækni hansara spurdi seg so fyri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað gingu tríggir dagar, so varð skurðviðgjørdur og hann slapp eisini avstað eftir nýggjár.
Kann spara seg innaftur
Støðan er eisini tann, at ein hin fremsta danski serfrøðingurin í nýrasjúkum hevur júst verið, ella er, evikarur á Suðuroyar Sjúkrahúsi og hann helt, at tað átti at verið eitt sjálvsagt høvi at savna nakrar nýrasjúklingar saman og sent teir til Suðuroyar, men tað hendi ikki.
Knud Steinø helt, at varð ein slíkur vikarur útnyttaður til fulnar, tá ið hann kom til landið, sparir hann seg skjótt innaftur, heldur enn at snda allar sjúklingarnar av landinum.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi nevndu dømi um skurðviðgerðir fyri brokk og aðrar, smærri skurðviðgerðir.
Sjúklingar norðanfyri bíða ofta upp í 18 mánaðir eftir at sleppa framat at verða lagdir undir skurð fyri brokk.
? Men tá ið so kommunulækni i teirra í Havn spurdi seg fyri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sluppu sjúklingarnir framat uppá 2-3 dagar.
? Tað er ikki bara galdandi fyri brokk, at bíðitíðin er lítil og ongin á Suðuroyar Sjúkrahúsið, tað er eisini galdandi fyri aðrar, smærri skurðviðgerðir.
Tey høvdu eisini havt dømi um ein sjómann, sum varð sjúkur beint fyri jól og sum eftir ætlan skuldi bíða í næstan tvey ár eftir at sleppa framat at verða lagdur undir skurð á Landssjúkrahúsinum. Sostatt kundi ikki vera talan um, at hann slapp avstað aftur til skips eftir nýggjár, men skuldi ganga sjúkrameldaður í langa tíð við sjúkradagpengum og øðrum stuðuli.
?Kommunulækni hansara spurdi seg so fyri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað gingu tríggir dagar, so varð hann lagdur undir skurð og hann slapp eisini avstað eftir nýggjár.