Annfinn Brekkstein
valevni fyri sambandsflokkin til býráðsvali í Havnar Kommunu.
???????
Skal bíðilistin í til ellis- og Røktarheim burtur er tíðin komin at viðgera, um tað ikki er gongd leið við einari økislóg fyri eldraøkið Tórshavnar Kommunu. Við eini økislóg fáa vit eitt greitt ábyrdarbýti millum land og kommunu.
Verður eldraøkið kommunalt kann kommunan tá sjálv loysa uppgávurnar á eldraøkinum. Tá er tað kommunan einasmøll, sum hevur ábyrgdina av at útvega nokk av ellis- og røktarheimplássum í kommununi. Tá er tað ein prioritering og raðfesting hjá kommununi hvussu skjótt hon vil hava biðilistan burtur.
Vit kunna ikki longur bíða eftir at eldraøkið, sum er ein landsuppgáva verður loyst av landsmyndugleikunum. Nógvar kommunur eru ikki nóg stórar at loysa uppgáur, á eldraøkinum. Vit í Tórshavanr kommunu kunna ikki bíða eftir minsta felagsnevnara og landsmyndugleikunum. Tað gongur út yvir okkara eldru tað kunna vit ikki bjóða teimun.
Tórshavnar Kommuna og aðrar kommunur hava víst í verki, at eitt nú tá barnaansingin bleiv løgd út til kommunurnar at umsita, megnaðu tær uppgávurnar. Í Tórshavnar Kommunu er tørvurin á ansingarplássum nærum nøktaður.
Mín sannføring er at eldraøkið má umsitast í størri kommunalum eindum, um tað skal umsitast á ein nøktandi hátt. Í Tórshavnar kommunu búgva uml. 19.000 hettar er næst-an helvtina av føroyingum. Tí er tað neyðugt at kommunan sjálv fær ábyrgdinia av eldraøkinum. Øll í kommununi, sum hava brúk fyri ellis- og røktar-heimsplássi, skulu hava eitt ávíst og rættvíst tænastustøði. Hettar er einki meira enn ein sjálvfylgja í 2004.
Skulu vit hava bíðilistan burtur í Tórshavanr kommunu er neyðugt at eldraøkið verður kommunalt. Kommunan hevur fíggjarliga grundarlagið í lagi og kann kommunan sjálv loysa uppgávuna.
Hesum vil eg sum val-evni til arbeiða miðvíst fyri.
Mín áskoðan er tann, at eldraøkið verður betur og bíligari umsitið, um tað verður lagt út til kommunurnar at umsita.










