- Bíðilistin er eitt ár

Neyðugt er at brynja seg við toli, um man ynskir at byggja eini hús. Hákonjunktururin í byggivinnuni hevur nevniliga við sær, at bíðilisti er til at byggja sethús kring landið.

Neyðugt er at brynja seg við toli, um man ynskir at byggja eini hús. Hákonjunktururin í byggivinnuni hevur nevniliga við sær, at bíðilisti er til at byggja sethús kring landið. 

 

Helgi Olsen, stjóri í byggifyritøkuni Norðsetur, ið hevur bygt eina ørgrynnu av sethúsum kring landið seinastu árini, upplýsir at hjá teimum er ein bíðilisti á eitt ár hjá nýggjum keyparum.

 

- Vit byggja bara sethús, og hava heilt nógv at gera í løtuni. Mær vitandi er støðan tann sama hjá hinum byggifyritøkunum. Vit hava minst ár niðurfyri av arbeiði, sigur Helgi Olsen, og leggur afturat, at ein av orsøkunum er nógva virksemið í vinnuni.

 

- Tað er so nógv stórarbeiðið, ið nógvir eru upptiknir av. Fleiri meistarar eru millum annað upptiknir av arbeiðinum á Glasi, so tað verða færri, ið byggja vanlig sethús, vísir stjórin á Norðsetum á.

 

Sjálvur sær stjórin eingin tekin um, at marknaðurin er um at verða mettaður.

 

- Nú verður nokk nakað av arbeiði í Havnini við nýggju útstykkingunum undir Kongavarða, eini 50 grundstykkir, og Oman Gil, eini 24 grundstykkir. Í Gøtu eru eisini fleiri nýggj stykkir, meðan nógv arbeiði eisini er í Klaksvík, Runavík og Toftum, sigur Helgi Olsen.

 

Umframt ein bíðilisti á eitt ár, so upplýsir stjórin, at prísurin á sethúsum eisini er dýrkaður seinastu árini.

 

- Vit hava fastar prísir, men alt verður eitt sindur dýrari, og okkara prísir eru eisini dýrkaðir eitt sindur. Men tað er ikki so ógvusligt, upplýsir Helgi Olsen.